Formaður til umsjónardeildina hjá Vága kommunu

vinna04-08-2020 - 10:50 - Jóanis Nielsen

Søkt verður eftir formanni til umsjónardeildina hjá Vága Kommunu, at byrja skjótast til ber.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

Arbeiðsuppgávurnar hjá formanninum eru:

  • at verða leiðari hjá arbeiðsfólkunum og fríðkanartoyminum hjá kommununi
  • at hava dagliga leiðslu av rakstri og viðlíkahaldi av m.a. vegum, leiðingum, kavagrevstri, salting v.m. umframt fríðkan av kommununi
  • at hava ábyrgd av amboðum, maskinum og akførum
  • at hava ábyrgd av skráseting av uppgávum í DriftWeb og fremjan av teimum, eins og skráseting av leiðingum í ArcGIS

Fakligir førleikar:

  • hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur koyrikort

Persónligir førleikar:

  • Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, duga væl at skipa arbeiðini og loysa uppgávur, hava gott yvirlit og verða før/ur fyri at taka avgerðir
  • Tú ert røkin, málsøkin og fyrikomandi og gongur undan í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki

Setanarviðurskiftir:

Talan er um fulltíðarstarv. Lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi fakfelag. Formaðurin hevur tilvísing til tekniska leiðaran.

Meira fæst at vita um starvið við venda sær til Tórhall Johansen, tekniska leiðara átorhallur@vaga.foella á telefon nr. 79 44 05.

Umsóknir við møguligum viðmælum og prógvum skulu vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 18. august 2020 kl. 1200.