Forkunnug konsert í Marghøllini í Sørvágs skúla

mentan19-03-2017 - 15:43 - Jóanis Nielsen

Komandi týsdag 21. mars kl. 1900 verður forkunnug konsert í Sørvágs skúla. Konsertin er í samband við at klaversnillingurin og føroyavinurin Martin Pollard í løtuni vitjar í Føroyum, so hví ikki skipa fyri eini konsert har hann eisini luttekur. Á konsertini verða tað 3 bólkar, ið koma at framføra.

Martin Pollard saman við blásibólki er høvuðsnavnið og fer hann at framføra soloverk eftir m.a. Mendelsshon, Rachmaninoff og Sjostakovitj. Hesi verk verða framførd á nýggja flyglinum, sum Sørvágs Kommuna hevur keypt.

Hinir bólkarnir á konsertin verða Sørvágs Tónleikarfelag, sum Tróndur Olsen stjórnar, og Ungdómsorkestrið í Vágum, sum Joan Hovgaard stjórnar. Eisini verður prógvhandan til teir næmingar, ið hava tikið prógv í royndarskipanini “Associated Board”.

Konsertin verður í Marghøllini í Sørvágs Skúla komandi týsdag 21. mars kl 1900.

Konsertin er ókeypis.

Vinaliga

Sørvágs Tónleikarfelag og Ungdómsorkestrið í Vágum.