Forkunnug kongalig myndabók

mentan07-12-2018 - 14:19 - Jóanis Nielsen

Mánadagin 10. desember 2018 hava fólk høvi at ogna sær eina forkunnuga kongaliga myndabók.

25. august í ár vitjaðu krúnprinsahjúnini í Sunda kommunu. Vitjanin varð sera væleydnað. Kommunan hevur tí avgjørt at geva myndirnar út í bók.
Myndabókin er 115 síður. Tær flestu myndirnar hevur Ólavur Fredriksen tikið, men eisini eru aðrar myndir við. Eisini er ein heilt serlig mynd, sum Hennara Hátingn Mary Krúnprinsessa tók við sínum egna myndatóli.

Myndabókin kostar 200 kr. og fæst til keyps á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Nøgdin er avmarkað.