Foreldur fáa 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið

Politikkur05-11-2017 - 14:09 - Jóanis Nielsen

Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið uppskot, so kommunurnar kunnu lata foreldrunum tað sum barnaansingin kostar

Í viðmerkingunum til uppskotiðsigurFólkaflokkurin, at barnaansing er í dag eintænasta, sum allar kommunur bjóða sínumborgarumEin góð tænasta ikki fyri øll.

Tænastan er ikki gjørd til tey við “skeivum” arbeiðstíðumtvsarbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17.

Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á td. døgnstovnumNevnast kunnu sjúkrahúsrøktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandiá fiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvakt, har onnur hvør vika er kvøldarbeiði.

Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harviðtænastuna fyri øllTað kann gerast við at latapeningin fylgja barninum.

Tað er ymiskthvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommunum. Men fyri tær allar flestu, er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr um áriðfyri hvørt barni. Í meðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr um árið fyri hvørt barniHarumframt er foreldragjaldTað er ymiskt frá kommunu til kommunu, men foreldur rinda uml. 20.000 kr umárið fyri hvørt barni í foreldragjaldi.

Tað merkir, at um foreldrini kundu ráða yvirpeninginum, so høvdu tey uml. 90.000 kr um áriðfyri hvørt barni.

Um foreldur fingu hesar 90.000 kr at ráða yvir fyrihvørt barnikundu tey valt at keypt tænastuna frákommunalu barnaansingini.

Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnaðprivatar ansingarstovnar, og bjóða foreldrumansingartænastuArbeiðspláss kundu bjóðaansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki. Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikiðseg saman og skiftst um ansingVið 90.000 kr umárið fyri hvørt barniðkundi eisini hugast, at summiforeldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansasínum børnum heima.

Uppskotið leggur upp til, at kommunur fáaheimild at rinda ansingarkostnaðin til foreldur og geva teimum frælsi at velja ansing fyri sítt/sínibørn. Um møguleikin verður har, er lítið at ivast í, at kommunur fara at brúka møguleikin og fáanøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst sínikommunuEisini hevði tænastan  verið fyri ølleisini tey, sum arbeiða “skeivar” arbeiðstíðirsigur Fólkaflokkurin.

 

Fólkaflokkurin


Uppskotið sæst her:


http://logting.fo/files/casestate/18127/055.17%20U.t.s.%20um%20barnaansigargjald.pdf