Førarakort til vinnuliga koyring uttanlands kann nú umbiðast í Føroyum

Politikkur29-11-2018 - 15:57 - Jóanis Albert Nielsen

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at Samferðslumálaráðið í fleiri ár hevur arbeitt við at fáa eina loysn í lag við donsku myndugleikarnar fyri at gera tað meira ómakaleyst hjá teimum, sum hava brúk fyri einum førarakorti til vinnuliga koyring uttanlands, og er hetta nú endiliga komið upp á pláss. 

Higartil hava føroyskir bilførarir bara kunnað søkt um førarakort við at møta persónliga upp á løgreglustøðini á Høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn, men nú fer at bera til at lata hesa umsókn inn í Føroyum, sum síðani verður send til Keypmannahavnar til víðari viðgerð. 

“Tað er at fegnast um, at málið nú er loyst, og umsókn um førarakort frameftir kann latast inn á einari løgreglustøð í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at brúka arbeiðstíð og pening upp á ein flogferðaseðil bara fyri at lata eina umsókn inn”, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður. 

Førarakortið verður brúkt til at skráseta koyri- og hvílitíð talgilt, tá ið koyrt verður uttanlands. Bilførararnir, ið hava brúk fyri førarakortinum, eru bussførarar, lastbila- og trailaraførarar. 

Ein vegleiðing um, hvussu søkt verður um førarakortið verður somuleiðis løgd á Facebook síðuna hjá Politinum í Føroyum tann 1. desember. 

Avtalan fær gildi frá 1. desember 2018, og frá tí degnum verða umsóknir móttiknar. Roknast kann við eini viðgerðartíð á 3-4 vikur. Førarakortið er galdandi í 5 ár og skal síðan endurnýggjast.