Fólkflokkurin hevur landsfund leygardagin

Politikkur15-11-2019 - 16:37 - Jóanis Albert Nielsen

Landsfundur Fólkafloksins verður á Hotel Hafnia í Tórshavn leygardagin 16. november 2019 kl.

13:00.

Floksformaðurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjar fundin við formansrøðu síni.

Næst honum leggja landsstýrisfólk floksins Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram um teirra málsøkir.

Síðani fáa tingfólk floksins orðið, at greiða frá tingarbeiðinum.

At enda verður orðið frítt.

Fólkaflokkurin.