Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars

12-04-2019 - 10:23 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan skrivar:

Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars. Tað vaks við 846 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mars 2018 – 1. mars 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 303, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 543, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 92 størri, og nettotilflytingin 2 minni. Tí verður fólkavøksturin 90 størri.
Størsti fólkavøksturin er í høvuðsstaðarøkinum og í Eysturoynni.

 

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Bæði í tali og lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og í Eysturoyar sýslu við 2,0 hvør. Síðan eru Norðoyggjar og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 1,7% og Vága sýsla við 1,6%.

Í Tórshavnarøkinum búgva 19.796 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 381fólk svarar til 45% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva gott 11.561fólk, ið er stívliga 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 223 fólk, svarar til 26% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Í Norðoyggjum búgva 6.208 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 105 fólk svarar til eisini til 12% av øllum fólkavøkstrinum.                                                    

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin búgva 4.798 fólk, svarandi til 9% av fólkatalinum, og vøksturin her var 81fólk, svarandi til 10%  av vøkstrinum fyri alt landið.

Í Suðuroy búgva 4.627 fólk, ið er 9% av fólkatalinum, men tann lítli vøksturin á 10 fólk svarar bert til 1% av fólkavøsktrinum. Í Sandoyar sýslu er ein minking í fólkatalinum við 0,5% prosent.

 

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar sýslu og Suðuroyar sýslum.

 

Tilflytingin økist alsamt meðan fráflytingin er aftur vaksin nakað
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er  vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Meðan tilflytingin blívur við at vaksa og nærkast nú tveytúsund fólkum árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og er heldur vaksin nakað hetta 12-mánaðarskeiðið, samanborið við tað undanfarna, sum sæst á myndini niðanfyri.

Eisini stórur vøkstur í burðaravlopinum

Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nógv størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 303 nú móti 211umdanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 34 fleiri og deyðatalið 58 færri. Burðaravlopið varð sostatt 92 størri.  

 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 193 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 8 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 29, so samanlagda úrslitið varð 156 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Nú er tað serliga í januar 2019. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

 

Ferðin í fólkavøkstrinum heldur fram

Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,6 - 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

 

Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum.

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 416 fólkum, Klaksvíkar við 89 og Runavíkar við 88. Lutfalsliga er vøksturin 2,2% í Runavíkar kommunu, 2% í Tórshavnar kommunu og 1,7% í Klaksvíkar kommunu.

Síðani miðalstóru kommunurnar, Vága við 41, Eystur við 39, Nes við 33, Sjóvar og Sunda við 28 hvør og Fuglafjarðar, Vestmanna, Tvøroyrar og Sørvágs kommunur við 12-17 fólkum hvør.

Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunum við 2,5–2,7%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Viðareiðis kommunu við 22 fólkum, svarandi til 6,1%,  síðani Eiðis, Porkeris og Sumbiar kommunur.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 20 fólkum, svarandi til 1,5%.

 

Samanumtikið er vøkstur í 21 kommunum og minking í 8. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Ymisk gongd í útoyggjum

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Í Kunoy minkar við 6 fólkum. Av útoyggjum minkar í Mykinesi við 2 fólkum og í Fugloy, Hestoy, Skúvoy við 1 hvør. Í Hestoy var fólkatalið annars minkað niður í 20 um ársskiftið, men er nú aftur komið upp á 23.

Hinvegin er stórur vøkstur í Nólsoy við 9 fólkum. Í Svínoy veksur við 1, meðan tað er óbroytt í Kalsoy, Koltri  og Stóra Dímun.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.