Fólkatalið vaksið við 70 seinastu 5 árini

11-07-2018 - 10:14 - Jóanis Nielsen

 Vágs kommuna: Gongdin í fólkatalinum í Vágs kommunu hevur verið spakuliga rætta vegin seinastu árini. Tá fólkatalið var uppá sítt lægsta, í september 2013, búðu 1.296 fólk í Vágs kommunu. 1. mai 2018 búðu 1.369 fólk í Vágs kommunu, 70 fleiri enn tað búðu 1. mai í 2013, tá fólkatalið var 1.299.

Seinastu árini hevur verið ein ávísur fólkavøkstur í landinum sum heild. Í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018 vaks fólkatalið í Føroyum við 5,6%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 1,2%, men í Vágs kommunu hevur verið fólkavøkstur, sum er sambæriligur við gongdina í landinum sum heild. Fólkatalið í Vágs kommunu vaks við 5,4% í 5 ára tíðarskeiðinum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018.

Vit gleðast um at gongdin í fólkatalinum er rætta vegin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum leggur afturat, at tað eisini er væntandi, at bæði nýggja virkið hjá Bakkafrost í Vági og virksemi við tilknýtið til fiskivinnuna í Vági í næstum fer at føra við sær framhaldandi vøkstur í Vági. -Sjálvandi vóna vit eisini, at økta vinnuvirksemi bæði í Vági og í Suðuroynni sum heild, nú Varðin Pelagic ger ígongd aftur, fer at føra við sær vøkstur í fólkatalinum í oynni, sigur Dennis Holm.

 

 Fólkatal
1. mai 2013
Fólkatal
1. mai 2018
Broyting í taliBroyting í %
Hvalbiar kommuna716673-43-6,0%
Tvøroyrar kommuna1.7521.710-42-2,4%
Fámjins kommuna10479-25-24,0%
Hovs kommuna114100-14-12,3%
Porkeris kommuna320316-4-1,3%
Vágs kommuna1.2991.369705,4%
Sumbiar kommuna36236200,0%
Suðuroy tilsamans4.6674.609-58-1,2%
Føroyar tilsamans48.13850.8442.7065,6%