Fólkatalið vaks við 854 síðsta árið

mentan13-10-2021 - 10:47 - Jóanis Nielsen

Hagstovan:

 1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,6%.

Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurSep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '211990200020102…50.00051.00052.00053.00054.00053.498

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303.

Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Viðm.: Uppgjørt mánaðarligaKelda: Hagstova FøroyaTil- og fráflytingTrendurMált - Flutt til FøroyaMált - Flutt úr FøroyumTrendur - Flutt til FøroyaTrendur - Flutt úr FøroyumJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020200100200300

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Viðm.: Uppgjørt mánaðarligaKelda: Hagstova FøroyaFødd og deyðTrendurMált - Livandi føddMált - DeyðTrendur - Livandi føddTrendur - DeyðJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '2120002020050100

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. september 2020 og 2021.

Av teimum 854 fólkunum, sum løgdust afturat hetta tíðarskeiðið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu.

Lutfalsliga vaks fólkatalið mest í Nes kommunu, 3,7%, tað er 51 fólk.

Størsta afturgongd var í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6%.

Fólkatalið í kommununum

sep 2020 – sep 2021

 septembermunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.64453.4988541,6
Fugloyar kommuna3938-1-2,6
Viðareiðis kommuna35335520,6
Hvannasunds kommuna412423112,7
Klaksvíkar kommuna5.2915.385941,8
Kunoyar kommuna14614821,4
Fuglafjarðar kommuna1.5721.601291,8
Eysturkommuna2.2102.245351,6
Nes kommuna1.3771.428513,7
Runavíkar kommuna4.1934.267741,8
Sjóvar kommuna1.1021.141393,5
Eiðis kommuna77077770,9
Sunda kommuna1.8131.810-3-0,2
Tórshavnar kommuna22.22222.6634412,0
Kvívíkar kommuna624608-16-2,6
Vestmanna kommuna1.2411.24100,0
Vága kommuna2.1422.15190,4
Sørvágs kommuna1.2151.253383,1
Skopunar kommuna45545720,4
Sands kommuna539530-9-1,7
Skálavíkar kommuna140138-2-1,4
Húsavíkar kommuna11111210,9
Skúgvoyar kommuna4241-1-2,4
Hvalbiar kommuna667679121,8
Tvøroyrar kommuna1.7361.767311,8
Fámjins kommuna8583-2-2,4
Hovs kommuna9710033,1
Porkeris kommuna315325103,2
Vágs kommuna1.3751.37500,0
Sumbiar kommuna360357-3-0,8

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.