Mynd: Hagstovan.

Fólkatalið vaks við 822 fólkum í 2019

11-02-2020 - 22:15 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan skrivar: Tann 1. januar í ár var fólkatalið 52.124 og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Hesin trendurin sæst í myndini niðanfyri, har vøksturin í fólkatalinum ikki sær út til at vikna. Hetta kemur serliga av, at síðstu árini hevur verið ein veksandi tilflyting og minkandi fráflyting – hóast trendurin teir síðstu mánaðirnar vísir eina lítla minking í tilflytingini og lítlan vøkstur í fráflytingini.

Hinvegin vísir trendurin ikki serligar broytingar í føðitalinum og deyðatalinum.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal millum 55- 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

 

Ójavnur vøkstur um landið – størstur í miðøkinum

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 350 fólkum og í Eysturoy við 283. Síðan koma Vágar við 78 fólkum og Norðoyggjar við 72 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 33 fólkum og Suðuroy við 7 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við 1.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoy við 2,5% og Vágum við 2,4%. So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið við 1,8% og Norðoyggjar við 1,2%. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,7% og Suðuroy við 0,2%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,1%.

"

Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í 1. jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til 1. jan. 2020. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

"

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.d