Í Vága kommunu búgva nú 2.045 fólk

Fólkatalið vaks skjótast í Eysturoy, Vágum og Streymoy uttan høvuðsstaðin

top13-10-2017 - 14:57 - Jóanis Nielsen

 

Fólkatalið var 50.318  tann 1. september. Tað vaks við 750 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum 1. sep. 2016 – 1. sep. 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 479, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 271, ið er munurin millum fødd og deyð. Nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri enn nú.

Fólkatalið veksur skjótast í Vágum, Eysturoy og Streymoy uttan høvuðsstaðin

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum. Undanfarna 12-mánaðarskeiðið átti høvuðsstaðurin um 60%.

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.136, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á eini 450 vend til eina positiva nettotilflyting á stívliga 450.

 

Á leið sama tal av kvinnum og monnum í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 750 er eitt vet fleiri kvinnur enn menn, 379 samanborið við 371. Meðan deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kynum, er rættiligur munur í føðitalinum, 33 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Í nettotilflytingini er munurin tað øvugta, 19 fleiri menn enn kvinnur. So úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 8 fleiri kvinnur enn menn.

 

Nú er nettotilflytingin í juli størri enn nettofráflytingin í august

Gongdin í flytingarmynstrinum er sera ójøvn frá einum mánað til annan. Men fylgir tó einum rættiliga føstum mynstrið, sum sæst á myndini niðanfyri. Har eru tveir tindar, ið greitt stinga burturúr: juli, ið er tann stóri tilflytimánaðurin, og august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin. Higartil hevur tað verið so, at fráflytingin í august, tá serliga nógv ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, altíð er nógv størri enn tilflytingin í juli.

Men gongdin er vend í so stóran mun, at nú er nettotilflytingin í juli størri enn nettofráflytingin í august.

Onki bendir á, at ferðin í fólkavøksturin er við at hæsa av

Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur. Enn er onki, ið bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.318 fyri 1. sep., og fráflytimánaðurin august er farin afturum, verður væntandi vøkstur aftur næstu mánaðirnar heilt fram til næsta heyst, um gongdin verður nøkulunda sum undanfarnu 2-3 árini.


Tórshavnarøkið tekur nú ein minni part av fólkavøkstrinum

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 241 fólkum, svarandi til 1,3%. Men merkisvert er, at vøksturin var næstan líka stórur í Eysturoyar sýslu við 206 fólkum.

 

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann størstur í Vága sýslu við 2,5%, síðani í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,1%, Eysturoyar sýslu við 1,9%, á fjórða plássið kemur Norðoya sýsla við 1,4%, á fimta plássi Tórshavnarøkið við 1,3%, og Suðuroyar og Sandoyar sýslur við ávikavist 0,8 og 0,7%, t.v.s. umleið helvtini av miðalvøkstrinum fyri alt landið.

Fólkavøkstur skiftur millum høvuðsøki        

Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 750 tekur Tórshavnarøkið 241 fólk ella 32%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið, altso 1. sep. 2015 – 1. sep. 2016, so var fólkavøksturin á 658, men Tórshavnarøkið tók tá 389 av hesum ella heili 59%.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður næstan í helvt, meðan onnur øki hava økt munandi um sín part.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu hendan gongdin hevur verið seinastu trý árini, og at størsta broytingin er í Tórshavnarøkinum í hesum árinum.

 

Vøkstur í 23 kommunum – stendur í stað ella minkar í 6

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 282 fólkum, ið er 38% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 71 fólkum ella 1,4%, ið er nakað niðan fyri landsmiðal á 1,5%. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við ávikavist 5% og 4,7%. Størsta minkingin er í Hovs og Hvalbiar kommunum.



Vøkstur í størru oyggjunum, misjøvn gongd í útoyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 8 fólkum, svarandi til 47%. Í nøkrum halda tey tørn ella veksa eitt lítið sindur, sum í Nólsoy, Kalsoy, Fugloy, Mykinesi og Stóra Dímun – men tað eru sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg, eins og nú sæst í lítlu minkingini í Svínoy.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.