Mynd: Hagstovan

Fólkatalið farið upp um 50.000

Mentan06-04-2017 - 10:23 - Jóanis Albert Nielsen

Skrásetta fyribils fólkatalið tann 1. apríl er 50.030.

Vanlig mannagongd hjá Hagstovuni er at kunngera fókatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfólkaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir. Tað ger, at feskasta fyribilstalið, sum 1. apríl er 50.030, neyvan verður heilt tað sama við næstu uppgerð.

Orsøkin til at Hagstovan kortini kunnger fyribilstalið fyri 1. apríl hóast óvissuna er, at tað er so mikið oman fyri 50.000, at tað neyvan fer niðurum til næstu uppgerð um ein mánað. Til ber tó ikki at siga, hvussu nógv fer burtur av 1. apríl-talinum.

Royndirnar vísa, at fyribilstalið minkar nakað, tí tað serliga eru fráflytingar, sum eru seinkaðar. Sum dømi kann nevnast, at í uppgerðini fyri einum mánaði síðani var fyribilstalið 50.006 fyri 1. mars. Nú ein mánað seinni er tað talið 49.994.

Hvør varð nummar 50.000?

Nú fyribilstalið fyri 1. apríl vísir, at fólkatalið er farið upp um 50.000, eru helst fleiri, sum vilja vita, hvør persónur gjørdist íbúgvi nr. 50.000.

Sum Hagstovan áður hevur víst á, er tað ikki so líka til at finna útav. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum.

50.000 og hvat nú?

Hagstovan hevur gjørt eina framrokning av fólkatalinum við støði í søguligum tølum um fólkatal, burðartíttleika, deyðatíttleika og til- og fráflyting frá 1985 til í dag. Hesi árini frá 1985 fram til í dag hava verið stór sveiggj í fólkatalinum og -samansetingini. Hetta sæst aftur í óvissuni í framrokningini.

Sum framrokningin sær út nú, er óvist um fólkatalið framhaldandi fer at vaksa ella um gongdin fer at venda til eina minking. Framrokningin vísir, at tað serliga er flytingin millum Føroyar og útlond, sum kemur at hava týdning fyri gongdina í fólkatalinum.


Í hagtalsgrunninum er fólkatalið við útgreiningum dagført til 1. mars 2017 og er at finnaher.