Dalur - mynd: Hagstovan.

Fólkatalið farið at økjast í Sandoy – og í Suðuroy

vinna11-01-2021 - 18:11 - Jóanis Nielsen

Hagstovan skrivar:

Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 52.920. Tað er vaksið við 847 fólkum ella 1,6% í mun til somu tíð fyrra árið. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.

Fólkavøksturin er ikki viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 847 ella góð 1,6% er á leið tað sama og enn tá eitt vet størri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 816, svarandi til knappliga 1,6%. Munurin stendst serliga av, at burðaravlopið er nakað størri, sum sæst av talvuni niðanfyri.

"

Tíðin hevur verið serstøk og nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi síðsta vár. Tó er ilt at siga, um tað er nøkur broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað eitt vet, er munurin ikki er so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir rákið ella langtíðargongdina í fólkavøkstrinum.

"

Flytingin millum Føroyar og útlond

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór men økist ikki longur, heldur minkar eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan.

"

Stórt burðaravlop – serliga tí deyðatalið er minkað

Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað tað sama í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er vaksið við 2 til 679. Hinvegin minkar talið av deyðum við 33, so úrslitið av hesum, burðaravlopið, veksur við 35 upp í 307. Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri 300.

"

Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Tórshavnar- og Sandoyarøkinum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali størstur í Eysturoy og Tórshavnarøkinum. Men lutfalsliga er hann størstur í Sandoyarøkinum við 2,8%, samanborið við 2,0% í Eysturoy og 1,8% í Tórshavnarøkinum.

Tað sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er serliga ein stór innlendis tilflyting á netto 25 fólk og haraftrat 9 netto úr útlondum.

Í Norðoyggjum er vøksturin 1,4% - og tað er hann eisini í Suðuroy, hóast Norðoyggjar hava eitt burðaravlop á +38 og Suðuroy á -8. Tað sum ger stóra munin, er ein stór nettotilflyting til Suðuroyar á 72 fólk, samanborið við 46 til Norðoyggjar. Serliga stór er tilflytingin til Suðuroyar úr útlondum.

Í Vágum er fólkavøksturin uppstøðgaður, og er tað serliga tí at innlendis flytingin er blivin negativ.

"

Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið, hóast ferðin er minkað ella uppstøðgað í Vágum seinastu mánaðirnar. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy fingu onki burturúr fólkavøkstrinum hesi árini, tó so at nú tykist at venda til ein stóran vøkstur í Sandoyarøkinum, og eisini er nú ein munandi vøkstur í Suðuroy.

"

Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 70% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 43% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum, men vøksturin har var 27% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var 10%.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum uttan í Vágaøkinum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er lítið og onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um fólkavøksturin.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 378 fólkum, svarandi til 1,7%,
  • Runavíkar kommunu við 73 fólkum, svarandi til 1,8%,
  • Klaksvíkar kommunu við 87 fólkum, svarandi til 1,7%.
  • Eystur kommunu við 68 fólkum, svarandi til 3,2%, og
  • Nes kommunu við 54 fólkum, svarandi til 4,1%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommunu (2,7%), Sjóvar kommunu (2,4%), Tvøroyrar kommunu (2,2%). Ein minni vøkstur er í Vestmanna, Vága og Sunda kommunum, meðan tað minkar í Sørvágs og Fuglafjarðar kommunum.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,2%), Skopunar (3,4%), Sands (2,7%), Eiðis (2,4%), Porkeris (1,3%) og Viðareiðis (1,1%) kommunum. Í Hvannasunds stendur í stað, meðan tað minkar í Hvalbiar, Sumbiar og Kunoyar kommunum.  

Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skálavíkar, Skúvoyar og Fugloyar kommunum, men tað minkar í Húsavíkar og Hovs kommunum.

"

"

 

Oyggjarnar: eisini vøkstur í fleiri útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Svínoy, ið minkar við tveimum, og í Koltri býr ongin longur. Hinvegin eru 12 komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy, 3 í Fugloy og 1 í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum.

"
 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.