Fólkatalið 1. juni var 52.562

10-07-2020 - 10:18 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan: Tann 1. juni ár var fólkatalið 52.562 og vaks sostatt við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2019 – 1. juni 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 563, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nógv størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum.

Eingin broyting í áhaldandi fólkavøkstrinum

Nú hava vit á sjeynda ári havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Og nú tríggir mánaðir eru taldir við síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi, er enn ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini við áhaldandi fólkavøkstri, sum eisini sæst av myndini niðanfyri.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið um sløk 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú eini 45-50 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu fimm árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal umleið 54 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er umleið 650 árliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum við 463 fólkum og síðani í Eysturoy við 194 fólkum.

Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3%.

Av høvuðsøkjum er tað einans Suðuroy, ið ikki hevur nakran vøkstur og tí framhaldandi dragnar longur afturúr í mun til hini økini í landinum. Restin av økjunum liggja millum 0,9% (Sandoyarøkið) og 1,7% (Eysturoy).

"

Tórshavnarøkið tekur 56% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 463 fólk, svarandi til 56% av øllum fólkavøkstrinum í landinum

Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum. Og vøksturin har á 194 fólk svarar til stívliga 23% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum svarar til sløk 11%.

Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er gott 4%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami. Í Sandoy búgva stívliga 2% av fólkinum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var stívliga 1%. Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkatalinum, nú beint niðan fyri 9%, og henda gongdin tykist bara at halda fram.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting).  Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy eru bæði nettoflyting og burðaravlop negativ.

"

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 472 fólkum, svarandi til 2,2%. Síðani í Klaksvíkar og Runavíkur kommunum við ávikavist 86 fólkum (1,7%) og 79 fólkum (1,9%).

Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sunda, Sørvágs, Vága, Eiðis, Fuglafjarðar og Nes kommunum.

Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,4%. Síðani 1. Jan. 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í 768.

Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu.

"

"

Oyggjarnar

Útoyggjarnar halda tørn, uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 10 eru komin aftrat í Nólsoy, 3 í Svínoy, 3 í Fugloy, 2 í Kalsoy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi.

"

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum  her.

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.