Fólkatalið 1. juni var 50.927 – og nú helst meir enn 51-túsund

11-07-2018 - 16:31 - Jóanis Nielsen

 Fólkatalið var 50.927 tann 1. juni. Tað vaks við 837 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2017 – 1. juni 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 252 og nettotilflyting á 585. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 27 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 155.


Veksur skjótast í Eysturoy og Streymoy – stillstøða í Sandoy og Suðuroy  
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við umleið 6 prosentum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 2,0% og í Tórshavnarøkinum við 1,8%, ið er oman fyri miðaltalið fyri alt landið. Síðan kemur Norðoya sýsla við 1,6%, beint niðan fyri landsmiðal, meðan Vága sýsla veksur við 1,3%.

So er eitt langt lop niður til Suðuroyar sýslu við einans 0,1% - tað eru 6 fólk -  og ein evarska lítil minking í Sandoyar sýslu við einum fólki.
 


Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.139, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fjórða árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis á fimta ári. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin - er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 417 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 585 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

 

Burðaravlopið er minkað nakað
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 27, úr 279 niður í 252 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið var nakað tað sama - ein minking við 4 - vaks talið av deyðum við 23.

 

Næstan javnt millum kynini í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 837 er nærum javnt millum kynini, tó 11 fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 99 fleiri mannfólk. Men av tí, at tað var yvirvág av gentum í føðitalinum við 48 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 40, var samanlagda úrslitið ein nøkulunda javnstórur vøkstur fyri bæði kyn.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð 
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøkstrinum lá um 1,5% fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann er nú 1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

Farin upp um 51-túsund 
At fólkatalið í hesi aktuellu uppgerðini pr. 1. juni er komið upp á 50.927, ger, at vit í skrivandi løtu helst longu  eru farin nakað upp um 51-túsund í fólkatalið. Í fjør vaks fólkatalið í juni við 126 og tá vøksturin í juni í ár ikki verður minni, eru vit helst farin eini hálvthundrað upp um 51-túsund, tá vit um ein mánað gera fólkatalið upp pr. 1. juli.

Hví gera vit so ikki bara fólkatalið upp nú pr. 1. juli? Tað er tí, at tá má ganga í minsta lagið ein mánaður, áðrenn vit kunnu rokna við at flestallar fráboðanir um fødd, deyð, tilflutt og fráflutt fyri undanfarna mánaðin eru innkomnar, so at tølini, ið vera kunngjørd, eru mest møguliga rættvísandi.

 

Lutfalsliga er størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommununum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 393 og Klaksvíkar við 70, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar veksa næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og meir enn Runavíkar kommuna, ið er 3-4 ferðir so stór sum hesar.

Av størstu kommununum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu við 1,9%, meðan bæði Klaksvíkar og Runavíkar kommunur liggja nakað niðan fyri landsmiðal við ávikavist 1,4 og 1,2%. Av størri kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið minkar.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Sjóvar kommuna (6,2%), Nes kommuna (5,5%), Vestmanna kommuna (2,6%) og Sunda kommuna (2,2%).

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar (12,3%), Sumbiar (4,9%), Porkeris (3,2%), Hvannasunds (2,7%) og  Eiðis (2,4%). Hinvegin var størsta minkingin lutfalsliga í Húsavíkar, Fugloyar og Fámjins kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum og minking í 6. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tal