Fólkaheilsuráðið fer nú at kanna, hvussu undantaksstøðan orsakað av COVID-19 ávirkar fólkaheilsuna í Føroyum

08-04-2020 - 14:36 - Jóanis Nielsen

Kanningin verður send út komandi dagarnar, og Fólkahelsuráðið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og harvið hjálpa verandi og framtíðar tilbúgvingini í sambandi við líknandi kreppur.

Í november framdi Fólkaheilsuráðið umfatandi kanningina, “Hvussu hevur tú tað?” har 3000 føroyingar luttóku. Kanningin lýsir almennu heilsustøðuna breitt í sambandi við, trivnað, heilsuvanar og lívshátt hjá vaksnum føroyingum, og er tann mest umfatandi kanningin av almennu heilsustøðuni í Føroyum. Tí er Fólkaheilsuráðið í einari serstøðu at kunna samanbera støðuna beint undan kreppuni við støðuna nú vit eru mitt í “koronastorminum”. Kanningin verður send út komandi dagarnar, og Fólkahelsuráðið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og harvið hjálpa verandi og framtíðar tilbúgvingini í sambandi við líknandi kreppur.
“At kanna, hvussu ein ógvuslig kreppa sum undantaksstøðan orsakað av Covid-19 ávirkar ymiskar samfelagsbólkar í Føroyum er av alstórum týdningi fyri munadygga tilbúgving í verandi kreppu og framtíðar tilbúgving” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið hevur fyrstu úrslitini av kanningini “Hvussu hevur tú tað” klár, og hesi vera almannakunngjørd, tá samfelagið so við og við er komið í javnvág aftur.