Fólkafundur: Røðan hjá Kristini kann lesast her

Mentan30-05-2019 - 22:04 - Jóanis Albert Nielsen

Góðu áhoyrarar, vælkomin øll her uppi á sjálvum Kollinum á Lítla Dímun, góðar 400 metrar yvir sjóvarmálanum. Veðrið er gott, kalt høgættarlot, ongin lýðka, sjálvt um ogur hava næst síðsta dag í mei, sjálvan Kristi Himmalfaradag.

Jeg vil takka fyri at hava fingið møguleikan at halda røðu til henda fólkafundin á hesi vøkru náttúrperlu, ið stendur so reyst upp úr sjónum. Hetta er tann fjóðri fólkafundurin, ið Hvalbingar hava skipað fyri uppi á Kollinum, fyrstu ferð var í 2010, og fyrsti røðari var Torbjørn Jacobsen, síðan hava fundir verið í 2017 og 2018, hvar Magni Arge og Sjúrður Skaale hava hildi røðu, allir loysingarmenn, og nú flytur ein exkluderaður javnaðarmaður røðu á Kollinum. Hvalbiar bygd var føgur á at líta, tá farið varð í tyrluna, og ikki minni góður flúgvitúrur. Jeg haldi jeg má taka úr barmi mínum eitt ørindi úr Strígnum á Húnalondum, til heiðurs fyri hesar menn, flestu úr Hvalbiar sókn, ið røkja Oynna fyrimyndarliga, eins og teirra forfedrar hava gjørt í mong hundrað ár. Hesir menn royna at útvega sær pening til at røkja hesa fjarskotnu óbygdu oyggj, við millum annað at skipa fyri hesum túrinum, tygur gera tað ikki fyri egnan vinning, men fyri at varveita fedranna arv og sið. Hetta er einasta oyggj í Føroyum av teimum 18, ið fólk ikki búleikast á, og hetta er eisini einasta oyggj, ið ongan stuðul fær frá landsmynduleikanum. Ørindi úr Strígnum á Húnalondum til heiðurs fyri tygum, ið røkja Oynna.

Um so miklar avrekskappar

fornar søgur røða

frægir vóru í fyrndini

meg listir um teir at kvøða.

Navnið er av keltiskum uppruna. Oyggjin er góðar 400 metrar, har hon er hægst, tað nevnist Rávan, víddin er umleið 50.000 fermetrar.

Fyrstu ferð Lítla Dímun er nevnd í Føroyingasøguni, verður sagt at her gingu bæði seyður og neyt, tað síggja tygur øll, ið eru her til staðar, at neyt hava ikki verið á Lítla Dímun. Í gamlari tíð hoyrdi Oyggjin til Stóra Dímun og Skúvoy.

Leivur Øssursson úr Hovi fekk í sínari tíð Oynna til brúks sum sína ogn, tað vil siga at hovbingar í gamlari tíð hava átt oynna, líka til dóttur bóndan í Hovi giftust norður í Gyljar i Hvalba, og hevði hon hálva Oynna við sær inn í hjúnarlagið, hina helvtina av Oynni kláraði húskallurin hjá Giljabóndanum við sínum snildum at fáa til Hvalbiar. Hovbinbgar vóru í Oynni, hetta hevur Snopprikkur snodda sær til, fer á land, borar hol í bátar teirra, koyrir leir í holuni, tá so Hovbibngar móðir og troyttir fara aftur í bátarnar og koma frá Oynni á veg til húsar, søkka bátarnir, soleiðis sigur søgnin at hin helvtin av Oynni kom til Hvalbiar við tað at einkjurnar komu til Hvalbiar, sig so ikki at Snoprikkur hevur verið góður fyri Hvalbingar.

Eftir hetta fór Lítla Dímun undir Kong, og var hon undir Kongi til hon varð skeytað Hvalbingum og Sandvíkingum í 1851, teir høvdu keypt Oynna á uppboði í 1850.

Ogur síggja, at aftaná hesar hendingar, ið lýstar verða í Føroyingasøgu, at tað ógreitt hvussi ognarviðurskiftini vóru, men ogur síggja at Froðbibngar, Ørvingar og Trongisvágssjingar eisini hava brúkt Oynna, umframt Hvalbingar og Sandvíkingar til seyð og fugl, men leiga skuldi gjaldast til Kong. Somuleiðis høvdu Harrans tænarar, prestarnir framíhjá rætt at leiga jørð í Oynni.

Ein av hesum Harrans tænarum, ið var Johan Henrik Samuelsen Weihe, ættaður av Steigagarði í Sandavági var prestur í Leirum í Hvalba árini 1733-1745, var ávegis úr Havn til Hvalbiar tá hann fekk eitt kall úr erva frá sínum arbeiðsgevara um at fara upp á Oynna at halda gudstænastu, hann so gjørdi sigur søgnin.

Við línu lesningi og stong

ogur yntu kappabrøgd

har ongin fótur tráddi fyrr

av ogum rás varð løgd.

Hetta er partur av einum ørindi úr kvæðnum um Hargabrøðirnar, hetta hóar væl til teir, i ídag røkja Oynna, og somuleiðis til teir undan farnu, ið hava røkt Oynna.

Ogur vita væl at Oyggjin ikki hevur sama týdning fyri húsarhaldið ídag sum fyrr, tá var stórur áhugið at leiga frá Kongi. Hesir menn løgdu nógv fyri, fyri teir var hetta kovin hjá teimum, fuglurin hevði ómetaligan stóran týdning fyri teir og teirra.

Tikið verður ofta til, havið gevur, havið tekur, somuleiðis er við Lítla Dímun, her hava nakrar deyðsvanlukkur verið gjøgnum árini, tó ikki nógvar, tá hugsað verður um hvussi illgongt tað er nóga staðni í Oynni.

Nakrar ferðir hava menn ligið veðurfastir í Oynni, tá var bert Helli at húsast í, og har var trongligt, umframt Helli so eru eisini tvey hús gjørd í Oynni, so nú er ongin trupuleiki, um man liggur veðurfastur, ogur hava tyrluna, ið hevur flutt ogum hagar ídag, tyrlan og manning er gull verd fyri ogum.

Beint áðrenn fyrra kríggj endaði í november 1918, legði ein donsk skonnart beinini á Lítla Dímun, skonnartin var ávegis frá Ibiza til Garðamennirnar í Vági við salti, manningin megnaði at koma uppá Oynna, eitt bragd, men har sótu teir svangir og vátir í samfullar 17 dagar. Tá í tíðini var ikki fiska sunnudag ella róð út sunnudag, men sum altíð hava tvørámenn verið undangongumenn á flest øllum økjum, og í hesum førum var tað í tí andaliga, tí á Tvøroyri vóru Adventistar, og hesir hildu leygardagin heldur enn sunnudagin heilagan, og vóru tí til útróðar sunnudag, tá teir sóu fólk í Oynni, boð blivu givin til sýslumannin, og mennirnar blivu allir bjargaðir, tann eini fann sær enntá vív úr Føroyum, og bleiv búsitandi her.

Sum sagt áður so er Lítla Dímun einasta privat oyggj í Føroyum. Fram til 24. august 1850 var Oyggjin ogn Kongsins. Í Øravík býr kongsbóndi Mortan Danielsen nevndur á navni, hann eigur 5 synir og 3 døtur, sjálvandi við konuni. Fýra av hesum synum giftast og og tóku við festijørð ymsa staðni í sóknini, faðirin, kongsbóndin, gjørdu sum flest allir kongsbøndur gjørdu tá í tíðini, sætaði sær og sínum, men fimti sonurina, ið nevndur var á navni Johan Mortensen, vanliga nevndur Faktorurin, hann fór tann bókliga vegin, hann fór ikki í faðirs spor, hann gjørdist millum annað faktor í Kongaliga Einahandlinum bæði í Klaksvík og á Tvøroyri, og stovnar sín egna handil á Tvøroyri. Hesin handil gjørdist skjótt størsti handil í landinum. Hann keypti skip, og fór undir reiðaravirksemið. Sjálvandi hevur Johan Mortensen haft nógv samband við donsku embtismennirnar í Føroyum, gjøgnum tíðina sum faktor í Einahandlunum, og fer hann at hugsa um hvussi hann kann leiga ella keypa Lítla Dímun.

Skipaði viðurskiftir vóru ongi í Oynni hesa tíðina, Froðbingar og Ørvingar í einum parti, Hvalbingar og Sandvíkingar í einum øðrum, kundi ikki húsast undir sama taki, og hetta meinti Johan Mortensen ikki kundi halda fram, tí søkjir hann 10. juli 1849 beinleiðis til Kong um at leiga ella keypa Oynna. Hetta frætta Hvalbingar og fellur teimum fyri bróstið. Giljabóndin, Nýggjustovunbóndin og Poul vi Neyst, ið var systkinabarn við Johan Mortensen taka saman ráð, nú má okkurt gerast, Oynna vilja ogur ikki missa. Teir semjast um at Nýggjustovubóndin , ið teir meinti var tann siðiligasti av teimum trimum skuldi fara norður til Havnar til Amtmannin, við boðum um at teir skuldi hava sama møguleika at leiga ella keypa Oynna sum Johan Mortensen. Eftir tógvið stríð verður hetta eftirlíkað, hetta hevur óivað ikki follið í góða jørð hjá Johan Mortensen, systkinabarninum hjá Poul við Neyst.

Amtmaðurin lýsir við kunngerð at uppboðssøla verður av Lítla Dímun 24. august 1850 kl. 900 í bóndshúsunum í Búð í Skálum í Hvalba. Nógv fólk var møtt upp til fyrstu og einastu uppboðssølu av kongsjørð í Føroyum. Dúgliga var boðið, endaði við at Hvalbingar vunnu uppboðið, Poul við Neyst vann á systkinabarninum Johan Mortensen, Poul skuldi siga at ” ogur kundi fari hægri enn um tað var neyðugt ” ogur hava ikki tjent pengarnar fram á diskin við flipp upp undir oyruni og penni í hond, men við karðarnar, Poul við Neyst við øðrum Hvalbingum og Sandvíkingum vann uppboðið á størsta handilsmanni í Føroyum. Kanska tað, ið eftir var á kistibotninum, var arvur frá móðurætt úr Øravík.

Sum tað stendur í Brestirkvæðnum um seyðin, svart var alt sum kolamógvur eyðkent slag tað var, hesin seyður var ringur at fáast við, tí avgjørdi teir í 1868, at avtaka tað lítla svarta slagið, men tað var ikki bara sum at siga tað. Tá skuldi Poul við Neyst hava sagt at systkinabarnið hjá sær á Tvøroyri Johan Mortensen var tiltikin skjútti, og vildi hann tosa við hann um at hjálpa teimum, hetta játtaði Johan Mortensen, so alt tað lítla svarta slagið bleiv avtikið við Johan Mortensen sum skjútta og ikki sum eigara, tí hann tapti slagið.

Tygur Hvalbingar og Sandvíkingar skulu vera stoltir av at tygur keyptu Oynna í 1850 á uppboði. Í dag verða landsins jarðarognir handlaðar verri enn fiskiloyvir og fiskakvotur. Høvdu tygur ikki keypt í 1850, høvdu tygur sitið sum nevsligin lundið, og hugt at meðan onkur við 500 ára royndum sum Kongsins tænari kundi lagt Lítla Dímun undir seg. Møgulig ynski Hvalbinga um t.d. at fara at fleyga í Oynni, høvdu óivað fingið somu lagnu, sum tá Hestmenn , ið vóru tiltiknar útróðrarmenn manglaðu agn, fóru so í eina bygd fyri at stinga sær fliður til agn, her blivu teir riknir burtur, hetta var ein bygd hvar kongsbøndur ráddu fyri borgum. Søgn er eisini um ein húskall, ið var farin út í Rituskorð í Sandvík at fleyga, hetta fer kongsbóndin at vita, tekur brettið burtur, ið man gekk eftir út í Rituskorð, síðan til ” øvrigheitina ”, so húskallurin kundi takast , tí húskallurin hevði onga rætt at fleyga í Rituskorð, men tá kongsbóndin og ” øvrigheitin ” koma á staðið, er ongin húskallur at finna, hann hevði lest seg inn eftir tveimum fleygingarstengrum, og slapp undan dómi.

Sum jeg skilji á fyriskiparunum, so er stórur áhugið runt um landið fyri hesum tiltakinum, og tað er at fegnast um, tó er áhugin ikki so stórur sum til Royal Run tiltakið í Klaksvík, hvar umleið 4000 fólk vildi renna saman við krúnprinsinum, tað er so ymiskt hvussi fólk raðfestir.

Konan hjá mær, ið eisini er við her ídag, er ættað úr Hvalba, og við sær inn í hjúnabandið. hevði hon við fedranna arvi hálvan gyllin í Lítla Dímun, og er hetta fyrstu ferð hon setur sín fót á ogn sína, einaferð skal verða fyrstu ferð.

Jeg vil vegna konuna sum eigara, og tað haldi jeg allir eigarnir av Oynni eru samdir um, tað er at bera eina stóra tøkk, til ein av fyriskiparunum, ið tí verri ikki kundi verða her ídag, hann er júst komin á Hvalba við nýggjum fari. Navn hans er Stein Næs, hann hevur latið stórfigna gávu, sum ongin áður hevur givið Oynni. Hann hevur latið bát byggja í Noregi til Oynna, og vil lata neyst byggja til Oynna sum gávu frá sær, so stóran tokka hevur hann til Oynna, sjálvt um hann onki eigur sjálvur í Oynni.

Johannus Andreas Næs, sáli eigur stórt rós og tøkk fyri bókina Lítla Dímun, ið hann gav út í 2016, ein dýrgripur.

At enda vil jeg takka fyri ein góðan dag, og ein framhaldani góðan dag, og vóni at øll og serliga tygur, ið fara norður um aftur , kunnu fara við nøkrum ríkum minnum frá hesum túrinum, og vil jeg staðiliga heita á eigarnar av Oynni, at verða stoltir av at eiga einastu privatu oyggj í Føroyum, gangi væl um hana, verji fedranna arv, verji fedranna sið. Við síðsta ørindinum um Hargabrøðirnar vil jeg enda hesa røðu sum jeg haldi væl hóskar til tygum, ið røkja Oynna.

Nú tosa øll um ítróttsbrøgd

á vøll og fimleikshøll

men lívið lærdi ogum leik

á sjógv , um berg og fjøll

um deyðin fyri durðum stóð

ogur fóru sum til dans

ogur tonktu ei um blaðmannsrós

ei steyp og lauberkrans

Takk fyri.

Røða , ið Kristin Michelsen helt á Lítla Dímun Kristi Himmalfaradag tann 30. mei 2019.