Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin í 2018

politikkur10-02-2017 - 13:05 - Jóanis Nielsen

STJÓRNARSKIPANIN: Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu tann 25. apríl 2018.

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018. Tað hevur løgmaður kunnað floksformenninar um á fundi í morgun. Landsstýrið miðar eftir, at ein breiður meiriluti í løgtinginum og fólkinum fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini.

"Mín uppgáva seinastu mánaðirnar hevur verið at samansjóða øll sjónarmið, so ein breið semja fæst um ein so grundleggjandi spurning sum eina stjórnarskipan. Tað er einki dulsmál, at flokkarnir eru ójavnir á máli um ymiskar lutir í stjórnarskipanini. Hetta hevur ávirkað tilgongdina," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Eftir ætlan skuldi fólkaatkvøðan verða í heyst, men nú verður hon mikudagin 25. apríl 2018. Løgmaður ætlar at leggja stjórnarskipanina fyri løgtingið á ólavsøku.

"Við ætlaðu stjórnarskipanini verður okkara samleiki niðurfeldur, og hetta samleikaskjalið tryggjar okkum grundleggjandi rættindi og skyldur. Samleikaskjalið skal eisini vera ein trygd hjá fólkinum ímóti valdinum. Hetta sæst aftur í krøvunum um, at fólkið altíð skal spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit skulu loysa ella nærkast Danmark í ríkisfelagsskapinum. Tað sama ger seg galdandi, um vit skulu limast inn í ES. Við stjórnarskipanini flyta vit valdið frá løgtinginum til fólki, so løgtingið ikki kann taka slíkar stórar avgerðir uttan at spyrja fólkið fyrst. Hetta er ein stórur sigur fyri fólki," vísir løgmaður á.

Áðrenn stjórnarskipanin kann fara til fólkaatkvøðu, skal løgtingið viðgera hana. Stjórnarskipanin skal samtykkjast á løgtingið seks mánaðir, áðrenn fólkaatkvøðan verður.