
Mynd: Jóanis Albert Nielsen
Fólk í Miðvági og Sandavági fingu ein ordans hvøkk
vinna15-08-2019 - 20:24 - Jóanis Nielsen
Um hálvgum trý tíðina í dag fingu miðvingar og sandavágsingar ein ordans hvøkk, tá ið skotið varð í grótbrotinum á Prestlandi í Miðvági.
Fólk komu ræslusligin stunandi út í tún, tey vistu hvørki út ella inn, húsini skulvu og alt inni skalv eisini.
Hví skotið var so ógvusligt vita vit ikki, men har ruggaði ikki alt rætt.
Sum sæst á myndini, so endaði nógv grót úti á hálvum vágnum.