Fólk í Funningsfirði fáa nú Bønhús

mentan20-05-2018 - 08:22 - Jóanis Nielsen

folkakirkjan.fo skrivar:

Ynski hevur í nógv ár verið millum fólk í Funningsfirði um at fáa eitt veruligt bønhús. Tó at peningur er savnaður inn, hevur tað ikki borið á mál.

Ein vanlig skúlastova í skúlanum hevur verið brúkt til guðstænastur, men nú eingir næmingar longur ganga í skúlanum, hevur bønhúsnevndin í Funningsfirði gjørt avtalu við Runavíkar býráð um, at innrætta eina av skúlastovunum til guðstænastubrúk. Hølini eru sett í stand og eru nú eitt veruligt kirkjurúm, við tí innbúgvi, sum tilhoyrir.

Kirkjusalurin verður vígdur 2. hvítusunnudag kl 17.00 við Jógvani Fríðriksyni, biskupi og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti og eftir guðstænastuna bjóðar bønhúsið nátturða.

Bønhúsnevndin gleðir seg at síggja nógv fólk, bæđi tey, sum hava røtur úr Funningsfirđi, og so eisini tey sum vilja hátíđarhalda dagin saman viđ teimum.

Orð og mynd: Anne Mette.