Fóðurflakin verður sleipaður á Vestmanna

vinna24-01-2020 - 13:13 - Jóanis Nielsen

 Fóðurflakin - Hellistangi - sum hevur ligið á Víkum í allan vetur, sleit í gjár 4 ketur, sum kundu halda 100 tonsum hvør. Hellistangi var tí komin nærri landi enn har han hevði ligið í vetur.

Brimil, Sverri og Samson vóru á Víkum í gjár, men tað var óveður og eisini gjørdist myrkt, tí fóru bátarnir á Vestmanna at bíða eftir lýsingini í morgun, í lýsingini fóru Brimil og Samson aftur á Víkar, teir rigga nú til at sleipa Hellistanga á Vestmanna - veðrið er betri í dag, ættin er útnyðringurvestan 8 m/sek. og aldan vestanfyri liggur í dag um 6,5 metrar.