Fóðurflakin á Víkum hevur drigið akkerðini

vinna23-01-2020 - 16:19 - Jóanis Nielsen

 Fyri 1½ tíma síðan fór bjargingarbáturin Sverri av Miðvági - norður gjøgnum Vestmannasund og á Víkar, við góðari manning bæði frá Vága Bjargingarfelag og alifyritøkuni Luna, tí fóðurflakin, sum hevur ligið á Víkum í vetur hevði flutt seg.

Sverri er nú komin á Víkar har kannað verður hvat er hent, Brimil og Samson eru í Vestmannasundi ávegis á Víkar, men veðurlíkindini eru ikki góð, aldan var fyrr í dag útvið 8 metrar høg vestanfyri, men er nú komin niður á 7 metrar, so líkindini eru ikki nakað serlig á Víkum, tað er vestfall í løtuni.