Føðsluatstøðingur til køkin á Heiminum á Sýnini

Lýsing18-01-2020 - 10:35 - Jóanis Albert Nielsen

 Ert tú føðsluatstøðingur og leitar eftir nýggjum avbjóðingum, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vit leita eftir júst tí rætta dugnaliga og arbeiðssama starvsfólkinum til fast starv hja okkum til setan 1. Mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

Køkurin á heiminum á Sýnini veitur tænastu til búfólk á heiminum, eins og til heimabúgvandi borgarar í Heimatænastuni í Vágum.
Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og ymiskar, og umfata tilrættisleggjan, fyrireiking, mat framleiðsla, pakking, umframt nógv annað.

Vit eru ein góður starvsfólkahópur, sum við eldhuga og ágrýtni veitur eina góða tænastu.

Søkt verður eftir:
- Føðsluatstøðingi til setanarbrøk 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri

avtalu. Arbeiðstíðin er skipa í 7 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar:

  • -  Føðsluatstøðingur ella líknandi útbúgving

  • -  Royndir at arbeiða í stórkøki er ein fyrimunur

  • -  Góð evnir at samskifta í skrift og talu

    Persónligir eginleikar:

  • -  Álítandi og ábyrgdarfull/ur

  • -  Tolir stórt arbeiðstrýst

  • -  Samstarvssinnað/ur og jalig/ur

  • -  Røkin og arbeiðssamur

  • -  Fleksibul

    Vit bjóða:

  • -  Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

  • -  Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum

  • -  Upplæring

  • -  Eitt arbeiðspláss og umhvørvið, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og

    nýskapan

Setanarviðurskifti:

- Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Thildu Gaardlykke á telefon 267847 ella á telduposti 
thilda@htv.fo

Umsókn:

Umsókn saman við lívrensli skal sendast við telduposti til htv@htv.fo í seinasta lagi 3. Februar 2020 kl.12.00. Viðmerk “Føðsluatstøðingur til køkin á Sýnini”.
Heimatænastan tilskilar sær rættindi til at seta annan umsøkjara, um føðsluatstøðingur ikki søkir starvið.