Føðingardagsheilsan: Í dag fylla tvíburðarnir Leivur og Brynjálvur 90 ár

mentan04-10-2018 - 09:00 - Jóanis Nielsen

Føðingardagsheilsan

Í dag 4. okt. 2018 fylla tvíburðarnir Leivur og Brynjálvur Nattestad í Miðvági 90 ár.

Teir hava nátt høgan aldur og hava uppliva nógv gjøgnum lívið

Báðir hava verið sjálvstøðugir vinnurekandi. Leivur innan HVS og Brynjálvur innan timburfakið. Eisini hava teir verið við til nógv ymisk arbeiði sum er gjørd í Vágum gjøgnum fleiri ára tíggju. . Eitt nú vatnbrunnarnir í Vága Kommunu. Og kunna vit nevna teirra áhuga, at verja nátturuna, m. a. hava báðir verið við til at varveita økið við Fjallavatn óspilt.Báðir hava teir eisini roynt sjólívið , í longri og styttri tíðarskeið.

Teir eru synir hjá Niels Jacob, vanliga nevndur Tóra Niels Nattestad.

(hann gekk burtur við Nýggjaberg 6/3-1942), og Birgithe Katrine Malene, vanliga nevnd Birgithe, f. Joensen av Eiði. Umframt teir báar, fingu tey 6 børn, 3 døtrar og 3 synir, 2 av teimum doyðu sum lítil. Leivur og Brynjálvur eru nr 6 og 7, av 8 børnum. Birgithe varð sostatt einkja við 6 hálvvaksnum børnum.

Til stuttleikar kunna vit nevna, at teir eru elstu, eineggjaðu núlivandi tvíburðar, og munna tey verða mong sum gjøgnum árini hava tikið teir feil, tí teir hava likst sera nógv. Tó sjálvir hava teir ikki gjørt so nógv burturúr tí.

Vit eru eisini nógvir eftirkomarar eftir teir, og vit vilja ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og ynskja teimum Guds signing í komandi døgum.

Børnini