Føðingardagshald á Vaglinum

mentan12-05-2018 - 10:18 - Jóanis Nielsen
Frælsisfagnaður í sambandi við, at staturin Ísrael verður 70 ár.

Mánadagin eru 70 ár liðin síðani David Ben-Gurion alment boðaði fra, at staturin Ísrael var settur á stovn. Henda dagin klokkan 17.30 verður skipað fyri føðingardagshaldi á Vaglinum í Havn.

Svenning av Lofti og Avi Lipkin fara at halda røðu, og Heini og Malan Lútzen og Sirkit Jacobsen fara at syngja.

Tey sum koma til føðingardagshaldið fáa ókeypis kappi og lagkøku.

Klokkan 19.30 sama kvøldið verður eitt tiltak í Læraraskúlahøllini, har Avi Lipkin og bólkurin Blátt Gras fara at luttaka.

Avi Lipkin verður eisini at hoyra í Miðnámsskúlanum á Kambsdali í dag kl. 16, og í skúlahøllini á Giljanesi sunnukvøldið kl. 19.