FM-flogbóltur, menn: “Finalan” í kvøld! – Fleyr bronsuna

ítróttur09-04-2018 - 16:28 - Jóanis Albert Nielsen

Seinasti dysturin í landskappingini hjá monnum verður spældur í kvøld, og er hesin ímillum ÍF og Mjølnir.

Hetta eru júst somu lið, sum eisini hava vunnið sær rætt til FM-finalurnar, so sum so, hevur dysturin í kvøld ongan týdning, men spennandi verður tó at fáa at vita, um ein fær nakra ábending um styrkina hjá liðunum áðrenn finalurnar hóskvøldið og leygardagin - ella liðini í kvøld vilja goyma síni vápn til seinni.

Dysturin í kvøld verður á Kambsdali klokkan 19,00.

Annars gjørdist tað Fleyr sum vann bronsuna, meðan SÍ endaði á aftasta plássinum. Fleyr leikti um vikuskifti ímóti Mjølni, og vann henda dystin 3-2 (23-25, 25-20, 23-25, 25-20 og 15-8).

ÍF vann 3-0 á SÍ í Sørvági við settunum 11-25, 14-25 og 20-25.

Finalurnar í hesi vikuni

Finarlunar um FM heitið verða longu hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl. Hesir dystir verða báðir leiktir í Stórhøllini á Hálsi, har taraflexgólvið verður breitt út, og karmarnir verða eins og í sambandi við steypafinalurnar.

Spælt verður best av tveimum dystum, men um liðini vinna hvør sín dysti (settmunur onga ávirkan), so verður leikt eitt eykað Gylt sett leygardagin beint eftir seinna dystin. Hetta settið verður tað leikt upp 15.

FM-finalurnar verða leiktar soleiðis:

Hósdagin 12. apríl:
kl. 18,00 Fleyr KÍF Kvinnur
kl. 20,00 ÍF Mjølnir Menn
Leygardagin 14. apríl:
kl. 13,30 Fleyr KÍF Kvinnur
kl. 16,00 ÍF Mjølnir Menn

Støðan í landskappingini áðrenn seinasta dystin er henda:

Nr. Felag Dystir Settmunur Stig
1 ÍF 17 19 37
2 Mjølnir 17 13 32
3 Fleyr 18 2 28
4 18 -34 8