FM-flogbóltur: KÍF finalupláss – Dráttur bronsu

vinna09-04-2018 - 15:46 - Jóanis Nielsen

Seinastu dystirnir í FM kappingini hjá kvinnum vóru leiktir um vikuskiftið, og avgerð er nú fallin, at tað verður KÍF, sum skal royna seg í finaluni móti Fleyr, sum var klárt á odda, tá sjálv landskappingin endaði.

 

Teir tríggir dystirnir í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið endaðu soleiðis:

 

SÍ – Mjølnir 3-2 (19-25, 25-17, 23-25, 26-24 og 15-9)

TB – Fleyr 0-3 (16-25, 11-25 og 14-25)

Dráttur – KÍF 3-2 (13-25, 26-24, 25-20, 15-25 og 15-10)

 

Við tað at Dráttur vann sín dyst 3-2 á KÍF og Mjølnir tapti sín dyst móti SÍ 3-2, so gjørdist tað Dráttur, sum vann bronsuna meðan Mjølnir endaði á 4. plássi.

 

Finalurnar í hesi vikuni

Finalurnar um FM heitið verða longu hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl. Hesir dystir verða báðir leiktir í Stórhøllini á Hálsi, har taraflexgólvið verður breitt út, og karmarnir verða eins og í sambandi við steypafinalurnar.

 

Spælt verður best av tveimum dystum, men um liðini vinna hvør sín dysti (settmunur onga ávirkan), so verður leikt eitt eykað Gylt sett leygardagin beint eftir seinna dystin. Hetta settið verður tað leikt upp 15.

 

FM-finalurnar verða leiktar soleiðis:

 

Hósdagin 12. apríl:

kl. 18,00

Fleyr

KÍF

Kvinnur

kl. 20,00

ÍF

Mjølnir

Menn

Leygardagin 14. apríl:

kl. 13,30

Fleyr

KÍF

Kvinnur

kl. 16,00

ÍF

Mjølnir

Menn

Endaliga støðan í landskappingini gjrødist henda:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Fleyr

15

34

42

2

KÍF

15

3

25

3

Dráttur

15

-3

20

4

Mjølnir

15

-9

18

5

15

-9

17

6

TB

15

-16

13