FM-finala kvinnur: Fleyr vann fyrstu finaluna

ítróttur12-04-2018 - 20:32 - Jóanis Albert Nielsen

Tað gjørdist ein greiður 3-0 sigur til Fleyr í fyrstu finaluni ímóti KÍF.

Fleyr hevði eitt sera gott servitrýst, og KÍF hevði stórar trupulleikar við at taka ímóti. Harafturat koyrdi álopsspælið hjá Fleyr sera væl.

Samanumtikið ein uppiborðin sigur á KÍF.

Seinasta finalan verður leygardagin klokkan 13,30.

Vinnur KÍF hesa finaluna, verður leikt eitt gylt sett upp í 15. Vinnarin av hesum er so føroyameistari.

Settini í dag endaðu: 25-17, 25-12 og 25-11.