FM-finala, ÍF – Mjølnir: ÍF vann 5. sett 15-12

ítróttur12-04-2018 - 22:22 - Jóanis Nielsen

Mjølnir fekk ikki eina góða byrjan í 5. og avgerðandi settinum. Bartal Eliasen hevði nakrar sera góðar servir, og ÍF vann seg heilt upp á 9-0, áðrenn Mjølnir vann bóltin aftur.

Síðani gjørdist meira javn, og Mjølnir spældi seg inn í dystin og nærkaðist spakuliga og kom upp á 12-14, men tá fekk ÍF avgerðandi bóltin ígjøgnum og vann settið 15-12.

Fyrsta settið endaði 25-20.

Næsta settið endaði 25-18.

Triðja settið endaði 20 – 25.

Fjórða settið endaði 20-25.

2. finalurnar verða leygadagin 14. apríl.

Klokkan 13,30 spæla Fleyr og KÍF og klokkan 16,00 spæla ÍF og Mjølnir aftur.