Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

FM verður avgjørt á seinasta leikdegi

ítróttur20-10-2019 - 17:14 - Jóanis Albert Nielsen
Næstseinasta umfar í Betri-deildini hjá monnum hevur verið leikt í dag.

Tveir dystir høvdu týdning, og tað vóru dystirnir í Klaksvík og í Gøtu.

Í Klaksvík tók KÍ ímóti NSÍ. Tað var NSÍ ið legði seg á odda eftir 30. min. tá ið Øssur Dalbúð skoraði til 0-1. Patrik Johannesen javnaði til 1-1 tá ið 35. min. vóru farnir, og bert 3. min. seinni legði KÍ seg á odda tá ið Páll Klettskarð skoraði til 2-1. Páll økti um munin til 3-1 eftir 70. min. Andri Benjaminsen minkaði um munin til 3-2 eftir 88. min. og gjørdist tað eisini úrslitið av dystinum.

Í Gøtu tók Víkingur ímóti B36. B36 vann dystin 0-1 við málið frá Lukasz Cieslewicz.

Við tað at KÍ og B36 vunnu verður FM-vinnarin funnin komandi vikuskiftið á seinasta leikdegi. Tá møtast tey bæði liðini í Gundadali. B36 skal vinna dystin fyri at blíva FM-vinnari, meðan KÍ kann klára tað við einum javnleiki.

Hini úrslitini:
ÍF 1-3 Skála
HB 3-0 TB
EB/Streymur 1-2 AB

Mynd: FaroeSoccer.com
 
26 
20 
58 
18 
+40 
63 
26 
20 
53 
20 
+33 
63 
26 
17 
61 
29 
+32 
54 
26 
14 
60 
27 
+33 
48 
26 
15 
49 
35 
+14 
48 
26 
11 
14 
33 
32 
+1 
34 
26 
17 
31 
64 
-33 
21 
26 
17 
20 
55 
-35 
19 
26 
18 
25 
58 
-33 
18 
10 
26 
22 
26 
78 
-52 
6