FM og Føroya Cup í Trap 2017

ítróttur04-09-2017 - 07:21 - Jóanis Nielsen

Nú er FM í trap 2017 av á hesum sinni.

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Kappingin varð skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum.
Leygardagurin var seinasta umfar í liðkappingini, og úrslitini vóru hesi:
Nr. 1: Byrsumúli A við 121 dúgvum og 5 stigum
Nr. 2: Eysturskot við 117 dúgvum og 4 stigum
Nr. 3: Byrsumúli B við 117 dúgvum og 3 stigum
Endaliga støðan gjørdist at Byrsumúli A vann liðkappingina við 32 stigum.
Nr. 2 gjørdist Eysturskot A við 26 stigum og nr. 3 gjørdist Byrsumúli B við 25 stigum.
Sí øll úrslitini í liðkappingina á https://goo.gl/7Tachb
Eisini var hesin dagurin seinasta umfar í Føroya Cup 2017, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting, sum fyrstu fer var skotin í fjør.
Her vann Alex Johannesen við 262 dúgvum. Nr. 2 gjørdist Finn Ludvig við 260 dúgvum og nr. 3 gjørdist Jón Jacobsen við 257 dúgvum
Sí øll úrslitini Føroya Cup kappingini á https://goo.gl/6GhMNj
Sunnudagin vóru føroyameistarnir fyri einstaklingar funnir.

Kappingin gjørdist sum sæst sera spennandi og jøvn. Eftir at 6 umfør vóru skotin, vóru Alex Johannesen og Finn Ludvig javnir við 129 dúgvum hvør. Tískil bleiv skotið eitt eykaumfar (shoot off) á 25 dúgvur teirra millum fyri at finna vinnaran.
Endarliga støðan bleiv soleiðis:
Nr. 1 og vinnari Alex Johannesen úr Eysturskot við 129 + (24 av 25 í shoot off)
Nr. 2 Finn Ludvig úr Byrsumúla við 129 + (22 av 25 í shoot off)
Nr. 3 Jón Jacobsen úr Byrsumúla við 124 dúgvum

Sí øll úrslitini frá FM kappingini áhttps://goo.gl/XkJit5