FM kapping 2 í Dart

ítróttur03-10-2017 - 09:32 - Jóanis Nielsen

2- umfar í dart var hettar vikuskiftið, og gekk leiðin suður til Team Sandoy. Kappingin var hildin í Samjóð. Hettar er 3 árið tey hava kapping sama dag sum Eplafestivalurin er, hettar við roynd at fáa samlað nakað av verðandi gestum eftir kappingina.

Remy er komin í gongd... 

Hettar vikuskiftið leiktu 27 mannfólk og 10 konufólk. 

Kappingin hjá monnum er ikki líka nemm at spáa um hesuferð sum hon onkuntíð hevur verið. Eitt nú var greipu vinnarin frá fyrstu FM kappingini Jan Mc. ikki við eins og Petur thomsen úr D16 heldur ikki var við. 

Remy var hartil klárur aftur og gjørdi hann bart og vann báðar kappingarnar. 

A-Cup: Remy kom í finaluna við at vinna á Una Árting,HDF í einum spennandi dystið. Í hini hálvfinaluni møttust Jógvan, HDF og Hans Eivind,Team Sandoy og her vann Hans Eivind. Og sostatt skuldi Remy og Hans Eivind leika finaluna, her bleiv ongantíð nakar serligur spenningur, Remy vann 4-1.

B-Cup: 

Fyrra hálvfinalan stóð ímillum Ólavur,Pílar&Skot og Jóanes Árting,HDF og var Ólavur stinnari og vann. 

Seinra hálvfinalan stóð ímillum Magne,VDF og Una,KDF, og her bleiv vágamaðurin tann stinnari og vann. 

So stóð finalan ímillum Ólavur og Magne, og her vann Ólavur 

Fagst pílar Heri Kallsoy,Team Sandoy, 17 

Hægst útgang hevði Kristian,KDF, 122  

Knock out- beinleiðis cup Í hesi kappingini er altíð møguligt at fáa nógvar spennandi dysir, avtí at tað verður lutakast hvør í møtist. 

Í fjóringsfinalunum var lagt upp til fleiri spennandi dystir, 

Bergur,VDF 0 - 4 Hans Eivind,Team Sandoy 

Bogi,KDF 3 - 4 Remy,

D16 Niels,HDF 2 – 4 Uni,

HDF Jóanes,HDF 4 – 0 Ingi,Kalbak

 Hálvfinalurnar blivu hesar Uni,HDF 0 – 4 

RemyD16 Hans Eivind,Team Sandoy 4 – 0 

Jóanes,HDF So bleiv finalan ein endurtøka av tí fyrru finaluni í A-Cup, og úrslitið bleiv at Remy vann 5 – 2 

Fagst pílar Heri Kallsoy,Team Sandoy, 14 

Hægst útgang Uni Árting,HDF 158

Hjá kvinnunum vann Birthe úr HDF fyrru kappingina ímótið Anniku Joensen úr Team Sandoy. Birthe vann á Elisabeth úr Team Sandoy í síni hálvfinalu og Annika vann á Gunnbjørg í síni hálvfinalu. 

1. Birthe Sikivat,HDF 

2. Annika Joensen,Team Sandoy 

3. Gunnbjørg Dam,VDF og Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy  

Fagst Pílar hevði Birthe, 20 

Hægst útgang hevði Elisabeth, 60 

Seinru kapping var Annika aftur í finaluni og hesaferð var Gunnbjørg fyri. Men Annika vann dystin. Annika leikti í síni hálvfinalu ímótið Liss á Fjallinum,HDF og Gunnbjørg leikið í síni hálvfinalu ímótið Joan Edvør, VDF. 

1. Annika Joensen,Team Sandoy 

2. Gunnbjørg Dam,VDF 

3. Liss á Fjallinum,HDF & Joan Edvør Thomassen,VDF 

Fagst pílar hevði Birthe,26 

Hægst útgang hevði Joan Edvør,98