FM 2018 - Torkil endurvann FM heitið í Landavegsúkkling

ítróttur07-10-2018 - 15:00 - Jóanis Albert Nielsen

TSF: Bláður himmal og gott lag á súkklarunum, nú seinasta FM kappingin skuldi koyrast á hesum sinni.

Eftir ætlan skuldi Landavegsúkklingin koyrast í Eysturoynni, men vegna vegarbeiði á teininum runt Agnið, bleiv kappingin flutt til Streymoynna.

Eftir harða Einkultstartin niðan á Sornfelli, skulu kvinnur og menn kappast um FM heitið í Landavegsúkkling.

Súkklast skuldi frá Wenzel við Akranesgøtu í Havn til Gomlurætt og aftur til Wenzel. Ein teinur á góðar 17 km, og skuldi hesin súkklast ávikavist 4 og 6 ferð. Kvinnur og motionistar skuldi koyra teinin fýra ferð og Opin Bólkur, seks ferð.

Kilometrarnir siga ikki alt. Veðrið var sum sagt avbera gott - nakað av vindi, men sól og bláður himmal. Kilometrarnir siga ikki alt, men tað ger tíðin. Og tíðin segði okkum, at hesin teinur er sera harður, og sera harður fyri teir súkklarar, ið ikki megnaðu at "halda hjul", og tí skuldu koyra mest sum allan teinin einsamallir.

Tíðliga í kappingini megnaðu fleiri at halda tørn og fylgjast við Torkil Veyhe, Dávur Magnussen og Helga W. Olsen, sum eru á einum væl hægri støði enn avbjóðararnir.

Jóhann Brend, Andrass Joensen, Jan Hjaltalin Olsen og aðrir royndu alt teir kundu at fylga við niðan úr Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls. Teir bitu tennirnar saman og kýttu tað teir vóru mentir. Hinir í feltinum duttu av, sum perlir av snóri.

Ferðin fór upp, og skjótt høvdu Torkil, Dávur og Helgi lagt seg greitt á odda. Ferðin fór longur upp, og skjott hevði Torkil langt seg greitt á odda. Dávur var knáður og royndi tað hann var mentur at koyra Torkil inn aftur. Hetta var triði dagur á saðlinum hjá Dávur, og allarhelst hevur harða kappingin móti Helga frá degnum fyri, niðan á Sornfelli, sitið í beininum.

Torkil økti og løtu seinni kundi Torkil koyra solo um málstrikuna. Torkil endurvann FM heitið í Landavegsúkkling, og vann hann kappingina við góðum tveimum minuttum á Dávur. Helgi W. Olsen gjørdist nummar trý.

Nakað aftanfyri "elituna" bleiv ikki kappast um gullið, men um fjórða plássið. Jóhann Brend, Andarass Joensen og Jan Hjaltalin Olsen vóru teir, sum kappaðust um hendan heiður.

Teinurin passaði væl til Jan, og tað sá lætt út hjá Jan at koma niðan úr Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls. Men sum kappingin leið, sluppu kreftirnar hjá Jan undan. Tá hesir fóru út á sætta og seinasta umfar hevði Jan mist, og nú stóð slagið millum Jóhann og Andrass. Meðan Andrass koyrdi sum ein brandur á Fjallaeinkultstarinum dagin fyri, so var tað nú Jóhann Brend sum brillieraði í hørðu Landavegsúkklingini. Jóhann gjørdist fjórði maður um málstrikuna, men bert 9 sekund var aftur til Andrass.

Úrslit, FM 2018, Landavegsúkkling, 104 km, Opin Bólkur menn:

1. Torkil Veyhe, 3 tímar 26 minuttir 55 sekund

2. Dávur Magnussen, 3.28.46

3. Helgi W. Olsen, 3.30.49

4. Jóhann Brend, 3.43.16

5. Andrass Joensen, 3.43.25

6. Jan Hjaltalin Olsen, 3.46.40

7. Jákup Petur Eliasen, 3.59.58

8. Gunnar Dahl-Olsen, 4.07.46

9. Áslakkur Nesá, 4.22.49

10. Bogi Kristiansen, DNF

Úrslit, FM 2018, Landavegsúkkling, 16 km, Motionistar menn:

1. Tóri Thorleifsson, 2 tímar 41 minuttir 52 sekund

2. Henrik Kølleskov, 2.42.18

3. Kjartan Egholm, 3.07.40

Sigmund Olsson, DNF

Eivind A. Hansen, DNF