Flúgva til London í summar

Vinna24-02-2020 - 06:28 - Jóanis Albert Nielsen

Í summar knýtir Atlantic Airways Føroyar saman við ein av størstu metropolunum í Evropa, tí í summarfrítíðini fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis úr Vágum til London.

Atlantic Airways fer at flúgva einaferð um vikuna til London í summar. Flogið verður hvønn týsdag frá viku 26 til viku 33.

Atlantic boðar frá at sølan byrjar mikudagin 26. februar.