Foto: Thor-Arild Hansen.

Fløskupostur úr Føroyum funnin aftur á Svlbard

mentan27-06-2018 - 10:21 - Jóanis Nielsen

 Fløskupostur settur á sjógv 19. august í 2011 í Føroyum, er funnin aftur á Svalbard. Tað var ein 7-ára gomal drongur (Um vit lesa rætt - Sigurd Syderbø, Heygavegur 30) , sum júst tá var byrjaður at ganga í skúla, sum sendi fløskupostin, - tíðindini hevur Heidi Harviken, sum gekk á Føroya Læraraskúla seint í 1990-inum sent okkum,  Heidi hevur nú í fleiri ár búð uppi í Svabard.

Les meira HER.

Fløskuposturin er sendur á Sjómannadegnum 19. august 2011 - sí mynd niðanfyri.

Uppdatering kl. 16.30: Vit hava tosað við mammuna hjá dreinginum, drongurin er- Sigurd á Fløtti Syderbø í Klaksvík, hann er nú 14-ára gamal.