Floksmannadagur í Hattarvík

vinna16-05-2017 - 19:58 - Jóanis Nielsen

Hósdagin 6. juli og leygardagin 8. juli verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekuruml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum., Skerpikjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og verða annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór frá Føroya Bjór, suminniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

m verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at onkur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan.

Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Sí nærri upplýsingar:http://www.uppistovugardur.fo/floksmannadagar.html