Flokkarnar sita saman við baklondunum í kvøld

Politikkur11-09-2019 - 17:36 - Jóanis Albert Nielsen
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin nærkast einari samgongu. 

Í løtuni situr Fólkaflokkurin saman við baklandinum og leggur fram tað ið flokkarnir hava tosað um.

Klokkan 19 í kvøld fer Sambandsflokkurin saman við sínum baklandi og tað sama ger Miðflokkurin tá um 19-tíðina. 

Tá ið vit spurdu Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, um málsøkini eru býtt út á flokkarnar, svararði hann, at tað er tað tey tingast um nú. So man kann rokna við, at formennirnir hava roynt at býtt málsøkini millum sín í dag, og skulu baklondini nú góðkenna tað, ella siga sína meining.

Flokkarnir gjøgnumganga samgonguskjalið við baklondini í kvøld.