Flogfør frá trimum ymiskum flogfeløgum hava verið í Vágum í dag

vinna16-04-2017 - 23:01 - Jóanis Nielsen
Tað hava trý ymisk flogfeløg flogið uppá Føroyar í dag. Atlantic Airways og SAS hava flogið vanliga rutuflúgving, har Atlantic Airways hevur gjørt tveir tur/retur túrar millum Føroyar og Keypmannahavn, og SAS hevur gjørt ein tur/retur túr millum Føroyar og Keypmannahavn.

Afturat tí, so hava tveir leigu túrar verið um Vága Floghavn. 
WeTravel hevur skipað fyri einum páskatúrið til Rom, og komu tey aftur í dag, túrurin var útseldur.

Ein túrur hevur eisini verið til Riga, har tað er flogfelagið Smartlynk í Estlandi sum fleyg, teir arbeiða saman við FonnFlog.