Flogbørn: 68 lið undir 10 ár

ítróttur16-03-2017 - 18:17 - Jóanis Nielsen

Seinasta flogbóltskappingin fyri flogbørn, sum verður hetta kappingarárið, setir met í tilmeldaðum liðum.

Heili 68 lið hava teknað luttøku í kappingini í Kollafirði nú leygardagin 18. Mars, og er hetta nógv tað stórsta talið av liðum, sum hava verið í kapping hetta kappingarárið í hesum aldursbólkinum..

Tað er Flogbóltssamband Føroya í samstarvi við KÍF, sum skipa fyri.

Øll fáa heiðurmerki

Allir spælararnir á øllum liðum, fáa heiðursmerki í sambandi við kappingina, eins og øll vinnandi liðini í hvørjum bólki fáa steyp til ognar.

Peter Morell og Anna Frederiksen, ungdómsmennarar hjá FBF, sum hava fyriskipað flogbarna flogbóltin í 2016/17, eru sera væl nøgd við talið av tilmeldaðum liðum.

Peter Morell: ”Hetta er fantastiskt”

”Hetta er fantastiskt”, sigur Peter Morell í stuttari samrøðu, ”Hetta er ein stór øking í mun til, tá vit byrjaðu í august, og vit eru takksom fyri, at feløgini, børn og foreldur vm, hava tikið so væl undir við hesum tiltaki. Hetta gevur okkum áræði at halda áfram komandi ár. Samstundis vilja vit takka tað sera góðu móttøku, vit hava fingið runt alt landið frá øllum feløgunum. Venjararnir hava gjørt eitt frálíkt arbeiði, og støðið er hækkað munandi, síðani menningartiltakið byrjaði”.

Magnus Tausen: ”Gott menningartiltak”

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya er eisini fegin um tilgongdina. ”Anna og Petur hava gjørt eitt frálíkt arbeiði, sum hevur stimbrað undir hugin hjá feløgunum, at fara undir hetta menningartiltakið millum tey yngstu. Tað er hugvekjandi at koma í høllina til flogbørn, har øll børnini eru í gongd, uttan at nakar verður settur uttanfyri, men har aðalmálið er at fáa øll út á vøllin at røra seg og hava eina stuttliga løtu. Tilgongdin av leikarum hevur eisini verið einastandandi”

Kappingum leygardagin 18. mars í Kollafirði verður leikt soleiðis:

Level 0 byrjar kl. 12,00 – ætlandi liðugt kl. 13,20

Level 1 byrjar kl. 13,20 – ætlandi liðugt kl. 14,45

Level 2 byrjar kl. 14,45 – ætlandi liðugt kl. 17,00

Level 3 byrjar kl. 17,00 – ætlandi liðugt kl. 19,00