Flogbóltur U 19: Vunnu á Íslandi og 5. plássið

ítróttur28-10-2018 - 15:31 - Jóanis Nielsen

U 19 genturnar og U 19 dreingirnir hava í dag spælt um 5. plássið í Kettering í Onglandi, har liðini spæla við íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA.

Bæði liðini spældu ímóti Íslandi.

Dreingirnir hjá Føroyum komu væl frá byrjan, og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-16 og 25-23, og seinast í triðja setti vóru Føroyar á odda 23-21, men av einihvørji orsøk, taptu teir settið 25-23.

Og byrjanin í fjórða setti var heldur ikki góð. Føroyar komu afturút 7-3, men við áhaldani góðum spæli eydnaðist at vinna fjórða settið 25-19, og harvið 5. plássið og dystin 3-1.

Í finaluni eru Noreg og Svøríki (ímóti Noreg tapti Føroyar 21-19 í fimta setti), meðan Danmark vann 3-1 á Onglandi um bronsuna.

Genturnar komu illa frá byrjan, og taptu 1. settið 25-14. Hini settini endaðu 25-19 og 25-22 til Ísland. Føroyar endaðu sosatt á 6. plassi.

Bronsudystin vann Danmark 3-1 á Onglandi, meðan Svøríki og Norra spæla um gullið.

Dystirnir kunnu allir síggjast her:https://www.volleyballengland.org/competitions/nevza_championships/nevza_u19_2018/nevza_2018_live_stream

Liðini verða aftur í Føroyum á annaðkvøld.