Flogbóltur: U 17 landsliðið gentur úttikið

ítróttur08-10-2018 - 13:21 - Jóanis Nielsen

U 17 landsliðið hjá gentum, sum í komandi viku skal spæla við í Evropeisku Flogbóltskappingini NEVZA, sum verður í Ikast í Danmark, er nú úttikið.

Venjararnir Romica Øster og Jákup William Sivertsen hava úttikið hesar leikarar:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finlandi og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland.