
Flogbóltur: U 17 landsliðið dreingir úttikið
ítróttur08-10-2018 - 13:24 - Jóanis Nielsen
U 17 landsliðið hjá dreingjum, sum í komandi viku skal spæla við í Evropeisku Flogbóltskappingini NEVZA, sum verður í Ikast í Danmark, er nú úttikið.
Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið hesar leikarar:
Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Liðið er her avmyndað saman við U 17 gentunum undir seinastu venjingini, sum var í Kollarfirði leygardagin.
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.