Flogbóltur: U 17 genturnar vunnu fyrsta settið, men taptu

ítróttur18-10-2018 - 13:02 - Jóanis Albert Nielsen

Hóast at føroyska U 17 landsliðið hjá gentumvann 1. settið móti Noreg í bronsudystinum í morgun, so megnaði liðið ikki at halda fast í hesum stimanum restina av dystinum.

Liðið tapti tey næstu 3 settini og Noreg vann uppiborið bronsuna, og føroyska liðið gjørdist sostatt nr. 4 í kappingini frammanfyri Ongland, Svøríki og Grønland.

Seinni í dag verður finalan millum Danmark og Finnland.

Í løtuni spælir føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum ímóti Svøríki um bronsuna.

Dysturin kann síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen