Flogbóltur: U 17 genturnar vunnu eisini á Svøríki

ítróttur16-10-2018 - 12:11 - Jóanis Nielsen

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum hava í morgun vunnið 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18.

Hetta var næsti dysturin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finlandi og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland

Um føroyska liðið megnar at fáa 2. plássið í bólkinum verður avgjørt í kvøld, tá Finland og Svøríki møtast klokkan 18,00.

Allir dystirnir síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.

Klokkan 12,00 í dag spæla føroysku U 17 dreingirnir avgerandi dyst ímóti Onglandi um 1. plássi í bólkinum.

Leikararnir á liðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.