Flogbóltur: U 17 genturnar eru nú í hálvfinaluni

ítróttur17-10-2018 - 13:16 - Jóanis Nielsen

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentumvann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Liðið tryggjaði sær hálvfinaluplássið við at vinna settini soleiðis: 25-13 , 25-10, 12-25 og 25-20.

Tvey tey fyrstu settini hevði Føroyar dystin ímóti Íslandi fullkomuliga undir kontroll, og vunnu trygt, men í triðja settið kom Ísland sera væl inn í dystin og vann settið heili 25-12 – ein rættuligur niðurtúrur hjá føroysku gentunum.

Men í fjórða settinum fann liðið aftur tað rætta spælið fram og vann settið 25-20 og harvið dystin 3-1

Hálvfinalan verður leikt klokkan 18,30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.

Dysturin kann síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.

Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Noreg.

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.