Flogbóltur: U 17 dreingirnir smurdu Svøríki av

ítróttur16-10-2018 - 09:47 - Jóanis Nielsen

Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum tóku øll á bóli, tá teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0 við settúrslitunum 25-15, 25-21 og 25-15.

Hetta var fyrsti dysturin í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Føroyska liðið spældi skjótt spæl við høgum tekniskum støði. Svøríki royndi við ymiskum uppstillingum og spælihátti at bróta rútmuna hjá føroyska liðnum, men hetta eydnaðist ongantíð.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroysku U 17 dreingirnir hava vunnið á Svøríki.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.

Í dag klokkan 12,00 skal liðið spæla ímóti Onglandi – dysturin kann síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/

Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:

Dávið Hentze

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen.