Flogbóltur - Tveir dystir í Klaksvík leygardagin

ítróttur22-01-2021 - 17:30 - Jóanis Nielsen

Kvinnurnar taka ímóti TB og menninir taka móti SÍ í Badmintonhøllini í morgin. Flogbóltssambandið stroymir dystirnar

Bólkaspæli í Steypakappingini heldur fram januar mánaða út. Síðani eru hálvfinalurnar í februar og steypafinalurnar eru fyrst í apríl.

 
Kvinnurnar hjá Mjølnir taptu fyrsta dystin móti Drátti og tí skal ein sigur í hús móti tvørákvinnum. TB vann sannførandi 3-0 móti Ternuni og tískil er sannlíkt at vinnarin av hesum dystinum kvalifiserar seg í hálvfinaluna, sum verður í februar.

 
Menninir hjá Mjølnir gjørdu flott comeback móti vælleikandi Fleyr. Teir taptu tvey tey fyrstu settini, men vunnu síðani trý tey næstu. SÍ taptu á heimavølli móti ÍF í fyrsta dystinum og tískil er trýst á SÍ at vinna hendan dystin, um sørvingar ætla sær í hálvfinaluna.

 
Sum nakað nýtt fer Flogbóltssambandið at stroyma dystir. Byrað verður í Klaksvík í morgin.