Flogbóltur: Topp 4 í Meistaradeildini hjá kvinnum mikukvøldið

ítróttur10-03-2020 - 20:43 - Jóanis Nielsen

Topp 4 í Meistaradeildini hjá kvinnum mikukvøldið

Mik 11/03-20 Dráttur-Fleyr Kl. 20.00
Mik 11/03-20 Mjølnir-KÍF Kl. 19.00

Nr. 1 og 2, Mjølnir og KÍF, møtast mikukvøldið í Klaksvík, og fær KÍF 3 stig burturúr, so skulu fá fet gangast aftrat, áðrenn liðið stendur á fína finalugólvinum í Havn 3. og 4. apríl. Teir báðir seinastu dystirnir hjá KÍF, eftir hendan, eru heima ímóti TB og Drátti. Fær KÍF hinvegin einki burturúr, so naspar Dráttur finaluplássið í sín part, um 3 stig verða vunnin í dystinum ímóti Fleyr.

Fyri Fleyr hevur TB kostað teimum dýrt í ár. TB hevur fingið 5 stig til samans, og øll eru tey vunnin ímóti Fleyr. Átti Fleyr hasi 5 stigini aftrat, so var Fleyr í sera góðari støðu á næstfremsta plássi við 23 stigum. Men so er ikki. Fleyr er nummar fýra, men enn er ikki heilt ógjørligt at røkka finaluni. Men so krevjast trý stig ímóti Drátti mikukvøldið – og trý stig aftrat í hvørjum av teimum báðum seinastu dystunum ímóti SÍ og Mjølni. So endar Fleyr á 27 stigum.

Men hesum ætlar Dráttur tó at steðga longu mikukvøldið. Og sum nevnt omanfyri, vinnur Dráttur sær trý stig, so liggur liðið á finaluplássi um KÍF ikki fær stig ímóti oddaliðnum Mjølni.

Hópin av øðrum matematiskum møguleikum eru. Ein teirra er, at støðan sær soleiðis út eftir dystirnar mikukvøldið:

Lið - Dystir / Stig
Mjønir 12 / 25
KÍF 13 / 25
Dráttur 12 / 22

Tað hendir um Dráttur og KÍF vinna sínar dystir 3-0.

Støðan kann eisini síggja soleiðis út:
Lið – Dystir / Stig
Mjølnir - 12 / 28
KÍF - 13 / 22
Fleyr - 13 / 21
Dráttur - 12 / 19

Tað hendir um Fleyr og Mjølnir vinna 3-0.

Liðini spæla tilsamans 15 dystir hvør.