Flogbóltur: Tey bestu 2017/18

ítróttur22-04-2018 - 16:24 - Jóanis Albert Nielsen

Á Galla-veitslu sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri í gjárskvøldið fingu bestu leikararnir henda heiðurspláti fra Magnusi Tausen, formanni í FBF.

Hjá kvinnunum vann Fleyr seks av sjey titlum, meðan tað var meira javnt býtt hjá monnunum millum ymisku feløgini.

Venjararnir og liðformenninir á einstøku liðunum í meistaradeildini hava seinastu vikuna stemma um bestu leikararnir og úrslitið gjørdist hetta:

Ársins leikari Ársins leikari
Anja S. Danielsen, Fleyr Thorvald Danielsen, Mjølnir
Ársins hevari Ársins hevari
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr Thorvald Danielsen, Mjølnir
Ársins blokkleikari Ársins blokkleikari
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr Trygvi Hansen, ÍF
Ársins áleypari Ársins áleypari
Anja S. Danielsen, Fleyr Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir
Ársins verjuleikari Ársins verjuleikari
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur Bjarni Larsen, ÍF
Ársins stjørnuskot Ársins stjørnuskot
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr Hjørtur Joensen, SÍ
Ársins venjari Ársins venjari
Kristian Mikkelsen, Fleyr Boban Ilic, ÍF
Ársins dómari
Jan Hentze

Vegna Jan Hentze tók Rói Hentze móti plátuni, vegna Bogan Ilic tók Andreas Reinert Zachau ímóti, og vegna Bjarna Larsen tók Teitur Eliasen ímóti.