Flogbóltur, steypakappingin: Verður aftur 5-settari í dag?

ítróttur03-12-2017 - 13:34 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið er steypakappingin í flogbólti byrja, og í dag verður kanska ein av teimum mest spennandi dystunum, tí oddaliðini í meistaradeildini hjá monnum eru komin í sama bólk.

Fleyr og Mjølni møttust seinasta vikuskiftið í Klaksvík, og tá vann Mjølnir dystin 3-2, har 4. sett endaði 32-30 til Fleyr, meðan Mjølnir vann 5. sett 24-22.

Dysturin millum liðini í dag verður kl. 15,00 í Gundadalshøllini. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum.

Hin dysturin í steypakappingini í dag verður í Trongisvági millum TB og Drátt klokkan 14,30.

Úrslitið av dystunum í gjár gjørdust:

SÍ – Ternan, kvinnur, 3-0

KÍF – Mjølnir, kvinnur, 3-0

TB – SÍ b, menn, 1-3

ÍF – SÍ a, menn, 3 - 0